EITT valhøli ístaðin fyri tvey

Tá fólk í Vága kommunu næstu ferð skulu á val, verður tað gjørt á einum og sama staði.

Higartil hevur tað verið so, at fólk í Sandavági hava valt í hesi bygdini, og tey í Miðvági og Vatnsoyrum á einum og sama staði í Miðvági.

Men soleiðis verður ikki longur.

Á bygdaráðsfundi í Vága kommunu hósdagin í farnu viku varð samtykt at hereftir verður ítróttarhøllin á Giljanesi valhøli í kommununi, ið fevnir um tær tríggjar nevndu bygdirnar.

Fíggjarnevndin hevði frammanundan sagt gott fyri uppskotinum, og tað gjørdi bygdaráðið eisini á fundinum.

Spurningurin er so, um henda nýggja skipanin skal roynast fyrstu ferð við eitt løgtingsval ella eitt fólkatingsval. Í øllum førum er greitt, at innanfyri teir komandi sjey mánaðirnar skulu føroyingar velja umboð til løgtingið og til fólkatingið.