Eitt valevni komið á sambandslistan í Havn

Sambandsflokkurin boðar í morgun frá, at Katrin Joensen stillar upp fyri flokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Hon er fødd og uppvaksin í Havn og er 46 ár. Útbúgving: Cand. Mag. í CCG (Culture, Communication & Globalisation) og MA í løgfrøði.

 

Katrin hevur starvast sum fulltrúi og samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum seinastu 7 árini.

 

– Hon hevur altíð fylgt við í politikki og havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.

 

Eitt av hennara hjartamálum er arbeiðið at nøkta eftirspurningin eftir bústaðarmøguleikum og samstundis tálma sethúsaprísirnar, soleiðis at familjur við miðalinntøkum eisini kunnu seta búgv í Tórshavnar Kommunu.

 

Sambandsflokkurin hevur eitt umboð í Tórshavnar Býráð. Tað er Annfinn Brekkstein, sum hevur umboðað flokkin í býráðnum seinastu tvær seturnar. Annfinn Brekkstein hevur váttað fyri in.fo, at hann eisini er millum valevnini hesaferð. Somuleiðis skilst, at Beate L. Samuelsen, fyrrverandi býráðsliur, eisini verður millum valevnini – hóast uppstillingin av Katrin Joensen er tann fyrsta, ið Sambandsflokkurin sjálvur boðar frá.