Uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi er á veg í løgtingið. Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann í gjár fekk tilsøgn frá formansskapinum at leggja uppskotið fram. - Eg fekk grønt ljós frá formansskapinum í gjár, sigur Edmund Joensen við útvarpið.
Sambært uppskotinum skulu Føroyar gerast eitt valdømi beinanvegin. Verður uppskotið samtykt, verður bert eitt valdømi á næsta løgtingsvali, sum verður í seinasta lagi 19. januar næsta ár.