Eitt valdømi - sjálvandi

Hósdagur 16. august kemur framhaldandi at vera ein søguligur dagur

Í eitt tríatiáraskeið hevur heimurin minst dagin 16. august sum deyðsdagin hjá tónlistarliga stórtalentinum Elvis Presley.

Helst kemur dagurin at vera tað eisini í rúmari framtíð, men nú hava føroyingar fingið nakað meira hugaligt at minnast dagin fyri. Dagin tá løgtingsformaðurin Edmund Joensen legði fyri løgtingið mál um Føroyar sum eitt valdømi.

Sjálvandi eigur okkara land at vera skipað í einans valdømi, heilt ótrúligt at tað skal hava tikið so langa tíð at náa hartil.

Vit hava brúk fyri at, í løgtinginum verður førdur landspolitikkur.

Tú fær ikki landspolitikkarar burturúr eini lokalpolitiskari valskipan.

Valskipanin við fleiri valdømum hevur sín uppruna í eini tíð, hvar løgtingið var blandað upp í nærum hvørt smámál – heilt úti í útriðini av landinum.

Nú hvar mong av lokalmálunum eru latin út í lokalumráði at umsita, er eingin sum helst meining í at hava landið býtt upp í fleiri valdømi.

Harumframt skaðar tað framburðin fyri land okkara at vit ikki fyri langari tíð síðani hava skipað okkum í eitt valdømi.

Hví skulu politikararnir í miðstaðarøkinum, sum altíð vilja vera í fleirtali, sleppa undan at hava eina meining um og ábyrgd av útjaðaranum?

Við einum valdømi má hvør einasti valdi politikari vísa atlit til alt landið sum eina heild.

Hví skal Vágoyggin bara hava 2 umboð í løgtinginum? Hví ikki 31?

Er tað ikki betri fyri Vágoynna, at tað eru 31 tinglimir sum í síni støðutakan eru klárir yvir, at teirra avgerð kemur at telja persónligt til eitt komandi løgtingsval?

Skulu vit fáa politikarar sum vilja føra politik sum er øllum landinum til gagns, so mugu teir vita, at teir vera vigaðir av øllum fólkinum.

Eitt fólk – eitt land – eitt valdømi.