At tað tykist sum at tað bert er ruðuleiki og kaos í politiska landsslagnum er helst tí at takka, at Føroyar eru blivnar eitt valdømi. Tað Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal at kalla samdir um.
- Tað hevur helst ávirkað nógv, at Føroyar eru blivnar eitt valdømi. Har eru løgtingslimir, sum duga at síggja, at skulu teir kunna profilera seg, so mugu teir ganga úr takt. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Teir eru eisini samdir um, at fjølmiðlarnir dyrka tað, at politikarar ganga úr takt, og vístu serliga til forsíðugreinina á Sosialinum í gjár, har Magni Laksáfoss segði, at hann var útifrystur úr flokkinum.
Jørgen Niclasen helt við, at kaos er eitt orð, sum fjølmiðlarnir og andstøða kunnu lukrera upp á.
Hann duldi heldur ikki fyri, at hansara egni flokkur er tann einasti samgonguflokkurin, sum seinastu tíðina hevur tosað við einari rødd, og ikki hevur meldað út til høgru og vinstru.