Valstríðið upp undir fólkatingsvalið tann 15. september fer at hava tvey høvuðsevni, búskap og leiðslu. Tað heldur í hvussu er Jens Ringberg, sum er politiskur viðmerkjari hjá danska kringvarpinum DR.
-Tann heilt stóri spurningurin verður, hvør er betur førur fyri at venda kreppuni og at sleppa tí almenna butur úr teimum niðastu tølunum, sum nú eru reyð. Hin stóri spurningurin er, hvør hevur størri álit millum veljararnar, tá tað snýr seg um at stýra Danmark ígjøgnum komandi avbjóðingar. Er tað Lars Løkke Rasmussen, sum hevur havt møguleikan nú í tvey ár, ella er tað Helle Thorning-Schmidt, sigur Jens Ringberg við DR.
Í longri tíð hava meiningakanningar víst, at andstøðan hevur størri undirtøku millum veljararnar enn stjórnin og hennara stuðulsflokkar. Tann seinasta kanningin hjá DR, sum Epinion gjørdi, gav teimum borgarligu 78 tinglimir og andstøðuni 97. Jens Ringberg ásannar, at tann reyði vongurin er á odda í valstríðnum.
-Vit hava sæð eitt søguligt samstarv millum Sosialdemokratarnar og Sosialistiska Fólkaflokkin, og at tað eydnaðist teimum at fáa Radikala upp í samstarvið. Men tað er ein veikleiki hjá tí reyða vonginum, at tey radikalu hava eina aðra áskoðan enn S og SF í týðandi málum so sum eftirlønini, sigur politiski viðmerkjarin hjá DR.
Valstríðið hesaferð verður bara 20 dagar, og tað er tað stytsta, sum tað kann vera sambært lógini.