Leygardagin 1. mai, altjóða arbeiðaradagurin. Ikki kann sigast, at hesin verkamannadagur fær fólkið at fylkjast á fundum, men kortini eru altíð onkrir fundir. Fyrst og fremst er tað fundurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Vaglinum í Havn, ið líkasum hevur fingið ein serligan status ? hann verður eisini varpaður í útvarpinum.
Á fundinum hesaferð var tað formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Jonesen, sum legði fyri. Hinir røðararnir vóru Jógvan Arge, útvarðsmaður og býráðslimur og Kristian Magnussen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins.
Sum vera man eru tað okkara ráðandi menn og kvinnur sum standa fyri skotum, og arbeiðsmannaformaðurin í Havn læt eisini javnaðarmenninir vita, at fakfelagsrørslan hevur eitt serliga vakið eyga við teimum, nú teir aftur sita í landsins leiðslu.
Tjóðveldisfundur á Doktaragrund
Á Doktaragrund úti á Reyni var eisini 1. maidagshald, ella fólkafundur, sum tjóðveldisfólk hava valt at kalla tað. Har var ein av siðbundnu dundurtalunum hjá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni at hoyra, ið sum vera man skeyt við skørpum eftir nýggju samgonguni.
Hann helt fyri, at nú aðrir politiskir vinda blæsa, hava partar av fakfelagsrørsluni valt at tiga ? ella sum hann málbar seg:
? Okkurt er sum bendir á, at partar av arbeiðararørsluni eru hongdir upp á ásirnar í partapolitiskum rimahjallum. Tað kvøttir ikki úr, segði hann ? uttan iva við tilsiping til fakfelagsfólk, ið standa Javnaðarflokkinum nær.
Fyrimyndin hjá tjóðveldistingmanninum, Che, sum eitt skifti var vinnumálaráðharri á Kuba og eitt skifti tjóðbankastjóri, var sum vera man havdur á lofti. Okkara egni Bárður Nielsen fekk sum vera mann ikki somu føgur orð. Tórbjørn Jaocbsen segði, at hann var »lítið meira enn avnalvaður«, at hann var »høgraekstremistur«, fyrrverandi býdrongur hjá Rasmussen & Weihe, grannskoðaranum og fyrrverandi bókhaldari hjá Johan Dahl og Kloosterboor í Kollafirði, og at hann nú saman við Fólkaflokkinum roynir at javnseta allar skattaborgarar í prosentstigum, tvs. sama skattatrekk fyri allar lønir, proportionalskattur tey kalla.
Hann vísti á, at tann progressivi skattastigin er betur fyri tey lágløtu, og tað undraði hann, at javnaðarmenn og fakfelagsfólk bara sita og hyggja, meðan slíkt fer fram.
? Javnaðarmenn, sum altíð hava ímyndað sær landskassan, landgrunnin og landsins lunnindi sum eitt sjálvtøkuborð, serliga hjá vinum og kenningum sæta sær nú og Jóannes situr eftir sum ein veikur samskipari av tí mest borgarliga politikki, ið nakrantíð er førdur í Føroyum. Løgið, at tað ikki ávirkar sláttin í reyða hjartanum á skyldkonuni Ingeborg Winther. Men kanska líður rørslan undir tí sama okinum, sum Paulus skrivar um í Rómverjabrævinum: »Tí at vilja er mær einki fyri, men at útinna hitt góða eri eg ikki mentur«, segði Tórbjørn Jacobsen m. a.










