– Vit eru vónbrotin av, at Sonja Jógvansdóttir ikki sleppur upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi. Tað sigur Hallur Ellingsgaard, formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
Sonja Jógvansdóttir var ein av størstu atkvøðuslúkunum hjá Javnaðarflokkinum á síðsta Løgtingsvali, men samstundis sum samgongan varð skipað, meldaði hon seg úr flokkinun. Síðani hevur hon verið uttanflokka á Løgtingi, men nú hevur hon meldað seg upp í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Í gjár skuldi so tingbólkurin hjá Tjóðveldi so taka støðu til, um Sonja Jógvansdóttir eisini skuldi takast upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi.
Men heldur óvæntað var meiriluti ímóti tí, og sostatt sleppur hon ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi. Og tað er ein avgerð formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag er misnøgur við.
Les eisini: Sonja slapp ikki upp í Tjóðveldi
– Hetta var eitt vónbrot, tí vit høvdu væntað, at hon eisini varð limað inn í tingbólkin, sigur Hallur Ellingsgaard. Hann vísir á, at tað høvdu tey í Eysturoyar Tjóðveldisdelag sæð ein stóran fyrimun í, serliga tí at Tjóðveldi ikki hevur havt umboð á Løgtingi úr Eysturoy í fleiri valskeið nú.
Grundgevingin frá Tingmanningini fyri at nokta at taka Sonju Jógvansdóttir upp í tingbólkin, er, at tað eru bara løgtingslimir, sum hava stillað upp fyri flokkin, og sum eru vald fyri flokkin, sum kunnu verða limur í tingbólkinum.
– Tað er ikki nakað nýtt fyribrigdi, at fólk skifta flokk, og eg veit ikki, hví tingmanningin hjá Tjóðveldi skal vera øðrvísi á hesum øki enn aðrar tingmanningar, sigur Hallur Ellingsgaard.
Men hann leggur afturat, at Sonja Jógvansdóttir er framvegis limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og hevur hon hug at stilla upp, verður hon tað.
Hann sigur, at formliga eru tað limirnir í felagnum, sum atkvøða um, hvørji valevni skulu á listan. Í Eysturoyar Tjóðveldisfelag skulu tey hava minst valevni á listan til løgtingsvalið og tey kunnu í mesta lagi hava sjey valevni.
Hann leggur afturat, at tað er ringt at fáa valevni á listan, so fáa tey ikki sjey nøvn á, er óneyðugt at atkvøða um, hvør skal á listan. Og tí torir hann at siga, at vil Sonja Jógvansdóttir stilla upp, verður hon valevni.