Eitt uppiborið herðaklapp

- Nøgdsemiskanningin, sum akkurát nú er gjørd fyri sjúklingarnar á teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum, er eitt herðaklapp til starvsfólkið á sjúkrahúsunum.

Tað heldur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Men hann leggur afturat, at hetta er eitt herðaklapp, sum starvsfólkið hevur uppiborið.

Ein kanning frá 2007 vísti, at sum heild er heili 89 % av føroysku sjúklingunum nøgdir við viðgerðina teir fingu á føroysku sjúkrahúsinum.

Hetta er sama úrslit sum danskir sjúklingar góvu teirra sjúkrahúsum.

Men úrslitið av hesi nýggju kanningini var enn betri, tí nú siga heili 95 % av sjúklingunum, at teir sum heild eru nøgdir við uppihaldið føroysku sjúkrahúsunum.

- Eg skal sum landsstýrismaður í heilsumálum takka leiðslum og øllum starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum fyri tað framúr góða arbeiðið, tit gera hvønn dag, hóast vit í politisku skipanini ikki altið megna at geva tykkum tær bestu arbeiðsumstøðurnar, sigur Aksel V. Johannesen.

- Heilsustarvsfólkini kunnu vera fegin um og errin av skoðsmálinum. Vónandi verður kanningin væl móttikin og brúkt væl, eins og tey hava brúkt ta fyrstu kanningina, nevniliga sum eitt amboð til framhaldandi dygdarmenning av føroyska sjúkrahúsverkinum, leggur landsstýrismaðurin afturat.