Á marknaðarfundi hjá Iceland Seafood í síðstu viku greiddi Róland R. Assier, stjóri á saltfiskadeildini hjá felagnum, frá, at á italska marknaðinum fáa íslendingar millum 10 og 15 prosent betri prís fyri saltfisk enn føroyingar.
Men sambært stjóranum á Vaðhorn er hetta heldur ikki rætt. Tvørturímóti fáa føroyingar betri prís enn íslendingar, sigur hann.
-Tann stóri trupulleikin hjá okkum er, at íslendingar selja so bíliga, at tað leggur trýst á tann føroyska fiskin. Annars fáa teir fiskin 4 - 6 krónur bíligari fyri kilo av vit, lønin har er 40 prosent av teirri føroysku, so tað er eitt undur, at vit klára okkum, sigur Jógvan Gregersen.
Róland R. Assier heldur upp á sítt.
-Tað seinasta árið havi eg hoyrt dømi um veruligan prísmun á salfiski úr toski, longu og brosmu. Eg sigi ikki, at øll tey føroysku virkini selja fyri lægri prís, men vit hasva fingið fráboðanir um tað, sigur Iceland Seafood-stjórin við in.fo
Samstarv neyvan møguligt
Róland R. Assier sigur, at íslendingar og føroyingar virka fyrsta floks saltfisk, og hann heldur, at partarnir áttu at tosa meiri saman um marknaðarviðurskiftini.
Men Jógvan Gregersen dugir ikki at síggja nakrar møguleikar í hesum.
-Vit hava tosað við ein stóran íslendskan framleiðara um hatta. Tað er fínt, tá marknaðurin gongur uppeftir, men hvør verður fyrstur at lækka prísin, tá marknaðurin fer niðureftir, spyr stjórin á Vaðhorn.