Eitt undarligt tilboð

Í sambandi við rættarmálið móti einum 45 ára gomlum dana í Føroya Rætti í gjár, fekk samákærdi føroyski hjálparmaður hansara eitt tilboð, sum kann tykjast undarligt

Sum greitt frá aðrastaðni á síðunum var ein 45 ára gamal maður dømdur seks mánaðar treytaleyst fongsul fyri at hava staðið fyri tilrættalegging av smugling og sølu av hassji í Føroyum.
Men av tí at ákærdi ikki møtti, kundi rættarmálið móti føroyska hjálparmanninum ikki fremjast treytaleyst. Tí ein partur av sakarmálinum móti føroyinginum var vitnisfrágreiðingin hjá 45 ára gamla dananum.
Dómarin greiddi tí ákærda føroyinginum frá, at av tí at 45 ára gamli maðurin í mesta lagi kundi fáa seks mánaðar fongsul, fór føroyingurin at fáa ein lutfalsliga linari dóm. Hetta tí 45 ára gamli danir var mettur sum høvuðsmaðurin í sakarmálinum.
Tað var bara tað við tí, at skuldi føroyingurin brúka hendan trumfin, mátti sakarmálið førast sum ein játtanarsak.
Dómarin legði stóran dent á at greiða nágreiniliga frá hesum juridiska tvistinum, tí tók maðurin ikki av, kundi hann í ringasta føri koma út fyri, at hansara revsing gerst harðari enn tann, ið 45 ára gamli bakmaðurin nú fekk.
Maðurin tók tó ikki av hesum eitt sindur undarliga tilboðnum. Og orsøkin var púra greið.
Eg kann ikki játta meg sekan í nøkrum, sum eg ikki havi gjørt, staðfesti ákærdimaðurin.
Tískil verður rættarmálið móti honum nú ásett av nýggjum, og tá tað hendir, verður 45 ára gamli ákærdi maðurin stevndur inn sum vitni. Og tá kann hann ikki sum í dag lata upp í hendurnar á verjanum at avgreiða síni viðurskifti.
Um tað so verður ein fyrimunur ella ein vansi ikki at játta seg sekan í nøkrum, ein ikki sigur seg hava gjørt, kann bert tíðin vísa.