Eitt umfar eftir

Triðja og næst seinasta umfarið av Daewoo Marathon kappingini varð runnið leygardagin, og nú er tað bert sjálv finalan á Kambsdali, sum er eftir at renna

Renning

Leygardagin varð skipað fyri árligu rennikappingini, Runt Agnið, sum samstundis var triðja umfarið í samlaðu Daewoo Marathon Cup kappingini. Hetta er kappingin, har luttakararnir til samans renna ein tein, sum svarar til eitt heilt marathon.

Eittarin er ikki við
Teinurin hjá teimum vaksnu var hesaferð 10,5 kilometrar, og aftur hesa ferð var tað Símun Joensen úr Klaksvík, sum varð fremstur. Símun er tó ikki við í samlaðu kappingini, tí hann tók ikki lut í fyrstu kappingini. Bert luttakarar, sum hava verið við allar kappingarnar kunnu teljast við í Daewoo kappingini.
Nummar tvey hjá monnunum gjørdist Sigurð Justinusssen, meðan samlaða eittarin, Jonhard Larsen gjørdist nummar trý.
Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Arge, og er hon eisini klárt á odda í samlaðu støðuni. Aftan á hana komu ávíkavst Ingrid Patursson og Brindis R. Weihe.
Eisini runnu veteranar ella teir sonevndu masters, og her gjørdist Óli Olsen fremstur, meðan Steintór Hjaltalin og Ólavur Herup Olsen komu á næstu plássunum.

Eisini tey yngstu
Umstøðurnar at renna vóru kanska ikki av teimum bestu, nú veturin so spakuliga er um at troka seg fram, men kortini var undirtøkan heilt hampulig, og kappast varð í øllum aldursbólkum.
Hjá teimum 13 ára gomlu gjrdist Álvur F. Christiansen fremstur hjá dreingjunum, meðan Christa R. Weihe vann kappingina hjá gentunum.
Kappingina fyri dreingir 10 vann Ári Johannesen úr Æðuvík, og har varð tað Bjørg Seloy av Argjum, sum varð fremst. Og endiliga vann Albert Róin Johannesen kappingina hjá teimum yngstu dreingjunum, meðan Durita Skoradal av Saltnesi gjørdist vinnari hjá teimum yngstu gentunum.
Her á síðuni prenta vit øll úrslitini frá kappingini Runt Agnið.