Ársins framleiðari í fjør var Baroli Music, felagið hjá Bárði Háberg og Óla Jógvansson.
Bárður Háberg sigur, at hann gleðist um FMA.
- Endiliga tykist tað eins og øll innan føroyska tónleikaheimin standa saman um nakað - og tað er eisini feitt at Rás2 og Kringvarpið samstarva um hetta. Tað gevur tiltakinum meira tyngd, sigur Bárður Háberg.
Hann sigur, at Baroli Music tulka sigurin í FMA sum eitt gott herðaklapp
- Ein sigur í FMA er eitt herðaklapp fyrst og fremst - og tað kann geva nýtt og styrkt áræði. Hóast vit í Baroli Music mest hava arbeitt við tónleiki til útflutning, so er tað sjálvsagt sera umráðandi og gleðiligt, tá heimstaðurin/nærumhvørvið viðurkennir avrikini, sigur Bárður Háberg.
Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at heiðra tónleik á hendan hátt.
- Tað eru fáar (um nakrar) vinnur, har kappingin er harðari, enn í júst tónleikavinnuni - og mangan kann tað tykjast ómøguligt, tá ein hurð fyri og onnur eftir verður latin aftur. Tá tú, hóast sterkan yvirbevísning um tað mótsatta, fært at vita, at tónleikurin hjá tær ikki kann brúkast til nakað sum helst. Har kann eitt herðaklapp, sum FMA, vera ein stór motivatión, sigur Bárður Háberg, sum eisini váttar, at hann ætlar sær at fylgja við tiltakinum leygarkvøldið, hóast hann ikki verður til staðar í Norðurlandahúsinum.
- Ja, eg ætli mær at fylgja við. Havi hoyrt onkrar undansendingar, sum hava verið - og eg fari óivað at lurta, tá tað verður sent beinleiðis frá tiltakinum.