Nú er fyrsta túsundbein við fleiri enn 1000 beinum funnið í Avstralia. Lítla djórið, sum einans er 9,5 sentimetrar langt, hevur sligið øll met.
Tað hevur nevniliga 1306 bein deild yvir 330 liðir.
Djórafrøðingurin, Petter Bøckman, sigur, at tá okkurt serliga spennandi kemur undan kavi, verður tað ofta funnið í Avstralia.
Tað er í vestara parti av Avstralia, at granskarar hava funnið umrødda túsund bein.
Ongantíð áður er eitt túsundbein funnið, sum hevur havt fleiri enn 750 bein. So, hetta tal er nú søga.
Avstralska BBC News veit at siga, at skapningurin er funnin 60 metrar niðri í einum boriholi í syðra parti av Avstralia.
- Tað er tískil ikki uttan orsøk, at skapningurin ikki eru funnin fyrr enn nú, sigur djórafrøðingurin, Petter Bøckman.
##med2##