Eitt ættarlið farið

Jens Albert Simonsen er nýggjur altjóða skrásettur hjálpardómari í fótbólti

Tá Torleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandinum, leygardagin legði munnligu ársfrágreiðingina fyri ársaðalfundin, nevndi hann, at Jens Albert Simonsen er nýggjur hjálpardómari á FIFA listanum. FSF hevur innstillað Jens Albert, og FIFA hevur góðkent hann.

Umframt nýggja hjálpardómaran eru tríggir aðrir føroyingar á altjóða listanum. Teir eru Lassin Isaksen, dómari, og hjálpardómararnir Jón Kári Frederiksen og Tummas Pauli Olsen.

Jens Albert Simonsen er vorðin altjóða hjálpardómari, eftir at Andreas Poulsen av persónligum orsøkum hevur ynskt at sleppa burturúr. Torleif Sigurðsson veitti Andreasi eina stóra tøkk fyri tað ágrýtni, sum hann hevur sýnt í dómarastarvinum.

Allir farnir frá

At tað gongur skjótt her í verðini og ikki minst í fótbóltsheiminum er føroyski leikluturin í altjóða døming góð ábending um. Fyri góðum átta árum síðani vórðu fyrstu føroyingarnir góðkendir sum altjóða dómarar og linjuverjar ella hjálpardómarar, sum tað nú verður nevnt. Í fyrstu atløgu vórðu ein dómari og tveir hjálpardómarar útnevndir. Seinni varð ein hjálpardómari útnevndur afturat, og nú eru allir hesir fýra givnir á altjóða pallinum.

Nemus Napoleon Djurhuus varð útnevndur altjóða dómari í juli 1991, og hann dømdi fyrsta dystin ? ein U 16 landsdystur millum Noreg og Ungarn ? 25. september í 1991. Í desember í 1991 vórðu Niklas á Líðarenda og Jóhan Carl Dam útnevndir hjálpardómarar, og árið eftir fekk Andreas Poulsen sama heitið. Nemus og Jóhan Carl eru givnir at døma. Í fjør stóð Niklas ikki á altjóða listanum. Hann dømdi kortini í heimligu kappingunum, og nú fyrireikar Niklas seg til eitt nýtt kappingarár í Føroyum. Nú Andreas Poulsen er givin, kunnu vit staðfesta, at allir teir fyrstu fýra eru avloystir av fýra nýggjum monnum.