Eitt trupult ár hjá partrolarunum

- Eg vænti, at hetta verður eitt trupult ár hjá partrolarunum. Um vit kunnu vænta tvingsilssølur, veldst um, hvussu væl skipini og reiðaríini eru konsolideraði, sigur Olaf Olsen, reiðari

Fiskivinna

Tað er torført at gera sær eina veruliga mynd av upsaprísunum, tí nógvur fiskur verður keyptur á uppboðssølu, sum fer óvirkaður av landinum. Prísirnir eru tískil ikki eftirfarandi, tí í nógvum førum verður fiskurin keyptur av teimum somu, sum bjóða hann út. Síðan verður hann seldur av landinum.
Olaf Olsen, reiðari, heldur, at miðalprísurin á upsa í løtuni liggur um 3,50-4 krónur fyri kilo, og tað er kanska eitt vet hægri, enn hann hevur verið.
- Eg haldi, at prísurin var komin so langt niður, sum hann kundi koma, og tí er hann nú kvinkaður eitt pinkalítið sindur. Vit skulu helst eini 20 ár aftur í tíðina fyri at finna ein so lágan upsaprís, sum hann hevur verið nú í longri tíð.
Reiðarin vísir á, at prísurin á upsanum veldst eisini um støddina, og upsin hevur leingi verið ógvuliga smáur.

Nógv reyðæti

Hann sigur, at slagið plagdi at verða betur, tá ið skipini royndu á djúpari vatni, men hetta vísir seg ikki at gera nakran serligan mun nú.
- Nú royna skipini vanliga á 200-250 favna dýpi, og her plagdu tey at fáa frægari slag. Kanska er slagið heldur frægari, men munurin er lítil.
Olaf sigur, at nógv hevur verið til av smáum upsa og spurdur, hvar tann stóri fiskurin er, sigur hann, at tað hevur hann einki boð uppá.
- Eg haldi, at fiskurin veksur eitt sindur seinni nú, enn hann hevur gjørt, tá ið umstøðurnar eru betur. Hinvegin siga teir, sum sigla við skipunum, at nógv reyðæti hevur verið at sæð seinastu tíðina í mun til fyrr í vetur, tá ið einki var at síggja. Vit kunnu tí vóna, at náttúruviðurskiftini aftur fara at laga seg sum frægast, so fiskurin fær nóg mikið at eta.

Trupult ár

Reiðarin sigur, at trolararnir, Bakur og Stelkur, hava fingið umleið somu nøgd higartil í ár sum í fjør, men miðalprísurin hevur verið lægri í ár.
Hann vísir á, at partrolarar partvís hava roynt eftir hvítum fiski, nú upsaprísurin hevur verið so lágur, men hann ivast í, um hvíti fiskurin kompenserar fyri tað, skipini missa í upsanum, tí nøgdirnar av upsa hava verið so stórar.
- Hetta kann eydnast viðhvørt, men spurningurin er, hvat roynist í longdini, sigur reiðarin.
Samanumtikið væntar Olaf, at hetta árið verður trupult hjá partrolaraflotanum við áhaldandi lágum upsaprísum.
- Eg vænti, at tað verða fleiri skip, sum ikki fáa endarnar at røkka.
Spurdur, um hann væntar tvingsulssølur, sigur hann, at hetta veldst um, hvussu væl skip og reiðaríir eru konsoliderað tey árini, raksturin gekk betur.
- Men tað er greitt, at við verandi gongd verður eingin peningur spardur upp til íløgur í nýggj skip, sigur Olaf Olsen at enda.