Eitt trummusett og ein rúgva av hornum

Kafé konsert verður í morgin í Norðurlandahúsinum við Blue Cote Brass Band.

“Eitt trummusett og ein rúgva av hornum”

 


Navnið: "Blue Cote", er eitt orðaspæl og minnir um "Blue Note", sum er eitt víðagitið jazz-plátufelag -og tónleikahús frá USA. Cote kann referera til fólk og støð og merkir á fronskum strond ella fjørður, men minnir eisini um enska orðið "coute" sum merkir frakki ella okkurt slag av jakka. Eitt spæl við orðum- eins og við tónum- við íblástri í tí sum hevur ávirkan á okkum. Tónleikurin gevur rúmd fyri at vísa spælarans tónlistarligu og skapandi dygdir.

 


BCBB varð stovnað í 2013 og spælir originalan tónleik. Bólkurin hevur spælt á Summartónum og onnur tiltøk kring landið. Nógv minnast kanska tá ið BCBB spældi uppi á takinum á Norðurlandahúsinum í samband við NLH 30 ár, 08 maj 2013

 

Blue Cote Brass Band eru :

 


Ólavur Olsen: Flygilhorn
Tróndur Herason Olsen: Trompet
Mortan Zachariassen: Tenorsax
Atli K. Petersen: Tuba
Rógvi á Rógvu: Trummusett

 

Konsertin verður fríggjadagin 17. okt. kl. 16.00