Seinastu vikurnar hava Sea Shepherd skipini Sam Simon og Brigritte Bardot siglt kring oyggjarnar sum partur av átakinum Sleppið Grindini.
Bæði skipini hava eisini verið í samband við sjóverjuna, tá tey hava siglt nær økjum har grind er sædd. Sam Simon var í Kalsoyarfirði, tá ein grind slapp har 20. juli, meðan Brigritte Bardot lá nærhendis Mykines, tá ein grind varð hildin til í Bø 23. juli.
So hóast tvey skip hjá felagsskapinum hava siglt kring landið, so hevur tað ikki eydnast felagsskapinum at steðga trimum grindadrápum.
Tað er sjálvandi ikki gott nokk fyri ein felagsskap, hvørs einasta endamál í Føroyum er at steðga grindadrápi. Men nú røkist so okkurt fyri, at felagsskapurin fer at styrkja um teirra hjáveru í Føroyum, tí eitt triðja skip er nú á veg til Føroyar at hjálpa hinum báðum.
Longu í síðstu viku boðaði Paul Watson nevniliga frá, at Bob Barker var á veg til Føroyar. Tá lá skipið tó enn við kai í týska býnum Bremen, har tað hevði ligið síðstu mánaðirnar.
Men nú hevur skipið, langt um leingi, loyst frá kai og er í løtuni, sambært heimasíðuni marinetraffic, í Norðsjónum við beinari kós móti Føroyum.









