Síðstu átta mánaðirnar hevur ein nevnd sitið og arbeitt við uppskoti um, hvussu føroyska fiskivinnan skal skipast frá 1. januar 2018, og hon skal koma við sínum endaliga áliti mánadagin 3. oktober.
Upprunaliga skuldi nevndin verða liðug beint eftir ólavsøku, men tað náddi hon ikki og fekk tí nýggja freist, sum er úti um góðar tvær vikur.
Fyrst skuldi nevndin koma við einum felags uppskoti, men herfyri varð greitt, at tað verða ið hvussu er tvey uppskot – og nú eru ábendingar um, at talan eisini er um eitt triðja uppskot.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við Árna Gregersen, journalist á ting.fo og politiskam eygleiðara, sum hevur loddað dýpið í vinnuni og politiska umhvørvinum.