Eg síggi hetta sum eina viðurkenning av tí arbeiði, sum vit hava gjørt gjøgnum mong ár, og tað fløvar, sigur Jonhard Mikkelsen, ársins mannligi føroyingur Spurningurin er, um eg nú skal skifta stíl, helt Jonhrd Mikkelsen skemtandi fyri, tá vit ringdu og fregnaðust eftir einari viðmerking, nú hann, saman við Anfini í Skála, er valdur til ársins føroying.
- Hetta er ein viðurkenning frá teimum, sum hava valt okkum. Tey halda væl, at tað liggur eitt ávíst virði í tí, vit hava fingist við seinastu árini, sigur Jonhard Mikkelsen.
Seinastu orðabøkurnar frá teimum báðum hevur verið eitt sera drúgv arbeiði.
- Tað var rættiliga strævi í mong ár at savna øll tey túsundtals orðini, men nú var bókin búgvin at verða givin út. Men arbeiðið heldur fram, tó at tað nú fer at bera meiri brá av ítrivi, sigur Jonhadr Mikkelsen.
Tað verður alla tíðina ein spurningur um at dagføra orðabøkurnar, og fólk ringja javnan til teir báðar fyri at fregnast um orð ella vendingar, sum ikki finnast í bókini.
- So seint sum í gjár ringdu ikki færri enn trý fólk til mín við spurningum um orð, sum tey ikki funnu í orðabókini, og tá hugsi eg, hví vit ikki høvdu hesi orð ella vendingar við, sigur Jonhard Mikkelsen.
Hann sigur, at hóast arbeiðið hevur tikið mong ár, so kemur tað veruliga í brennidepilin, tá bøkurnar verða givnar út.
- Tað liggur ein viðurkenning í hesi kjósan, og tað fløvar, sigur Jonhard Mikkelsen, ársing mannligi føroyingur 2008.