Eitt tjúgu ára minni

Oddagrein:

Tað eru í hesum døgum liðin tjúgu ár síðan Berlinmúrurin fall og Kalda kríggið endaði. Við rapaða múrinum gjørdist heimurin ein annar. Eitt tíðarskeið, har eystur og vestur, Warzawasamgonga og NATO, stóðu hvørt móti øðrum, var av og eitt heilt nýtt tíðarskeið í søguni byrjaði. Bakstøðið fyri falli múrsins var alt tað, sum var hent í Sovjet eftir, at Gorbatjov varð komin til ræðið í tí størsta og sterkasta ríkinum í Warzawasamgonguni.

Við sínum nýggja politikki við glasnost og perestroika broytti Gorbatjov stívnaðu og ódemokratisku politisku skipanina í Sovjetsamveldinum. Men hesar stóru politisku og bygnaðarligu broytingar komu sjálvsagt ikki bert frá einum einstøkum politiskum leiðara. Broytingarnar stavaðu eisini frá nógvum ymiskum viðurskiftum og nýggjum rákum eins væl í Sovjetsamfelagnum og tess vasalstatum í eystureuropa og í heiminum sum heild.

Politisku broytingarnar í Sovjet breiddu seg til onnur lond í Warzawasamgonguni og sostatt eisini til DDR, sum var ein hin mest loyali stuðul Sovjets í samgonguni. Misnøgdin í vanliga fólkinum var stór og orsøkirnar til hesa misnøgd vóru nógvar: demokratiskt hall, manglandi persónligt frælsi, vørutrot og ein sannkensla av, at DDR borgarar ikki vóru harrar í egnum landi. Vesturberlin var vorðin eitt slag av vestligum sýnisglugga inni í DDR og eysturblokkinum. Býurin var eitt Mekka fyri ta brúkaramentan, ið eyðkennir vesturheimin, samstundis sum býurin var ein demokratisk oasa í hjartanum á DDR, har ráðandi politiski flokkurin SED mestsum hevði einarætt til politiska valdið. Almenna eftirlitið við borgarunum í DDR var neyvt og loynipolitiið, Stasi, var ein tann størsti almenni arbeiðsgevarin.

Tolið hjá vanligu DDR borgarunum í Berlin var uppi og demokratiska rákið í øðrum eystureuropiskum londum var loksins komið til DDR, har serstakliga fólkið í Berlin misti tolið við treka og ódemokratiska stýrinum hjá ráðandi eindarflokkinum SED. Leiðararnir boygdu seg og lótu portrini múrinum upp. Teir valdu hermegina frá og bjargaðu soleiðis Eysturtýsklandi frá einum blóðugum samanbresti millum hermegina og borgarnar.

Múrurin var upprunaliga reistur ikki fyri at verja Eysturberlin móti eini møguligari innrás vestaneftir, men fyri at halda DDR borgarum stongdum inni í egnum landi. Tað var so nógv vælútbúgvið fólk rýmt vesturum, at Ulbricht, sum var fyrsti leiðari DDR, gjørdi av at steðga fráflytingini við einum høgum betongmúri. Hesin múrur gjørdist ein ímynd um einaræði og kúgan í einum Europa, sum fyri tað mesta kundi kallast demokratiskt. Rapaði múrurin gjørdist byrjanin til endan á tí dapra tíðarskeiði, ið vit nevna Kalda kríggið. Tað eru tí allar góðar grundir at minnast hesa hending, sum vendi upp og niður á Europa. Hendingin elvdi eisini til samanlegging av DDR og BDR, ein avleiðing, sum ikki hóvaði øllum europearum væl. Minnini um eitt sterkt og sameint Týskland vóru jú ikki bara góð. Men væl hevur roynst kortini, og nýggja sameinda Týskland má sigast at hava staðið demokratisku royndina.