Eitt ting kann vera eitt arbeiðspláss

Rás2 hevur heima í einum konferansurúmi í tí álendska løgtinginum

Oyggjaleikir

 

Manningin hjá Miðlahúsinum hevur fingið hølir í politiska valdsdeplinum í Álandi. Partur av tí snotuliga tinghúsinum í Mariahamn eri konferansuhølir. Fremst er tað størsta rúmið, sum er høvuðspressusentrið til oyggjaleikirnar. Rob Watkins úr Wales er pressusjefur í samband við trettandu oyggjaleikirnar, sum eru á Álandi í hesum døgum.

165 pressufólk

Rob Watkins, sum hevur arbeitt 10 ár á tí stóra walisiska blaðnum ”Wales on Sunday” hevur búð á Àlandi tað seinasta árið. Rob greiðir frá, at tað eru heili 165 pressufólk til oyggjaleikirnar. Føroysku fjølmiðlarnir eiga sín stóra part av pressumanningini á oyggjaleikunum.

Bæði Rás2, Sosialurin, Mess og Kringvarp Føroya eru á leikunum, og Jørgen Petterson, sum er forseti í International Island Games Association heldur, at tað er ógvuliga flott, at Føroyar senda so nógv fjølmiðlafólk til oyggjaleikirnar á Álandi. Gistingarhúsini í Mariehamn eru yvirbókaði, og tí var tørvur á einum øðrum hølum til pressuna. Løgtingið og Landsskapsstyrelsen – landsstýrið – á Álandi vilja gera sítt fyri, at leikirnir skulu ganga væl. Tí er borðreitt við góðum umstøðum hjá pressuni í løgtingshølunum í Mariehamn.

 

Langur túrur

Manningin hjá Miðlahúsinum heldur til í konferansurúminum, sum verður nevnt ”Marhællan”.

Her hava tøkningarnir hjá Rás2, Alvin Ellebye Andersen og Hjalmar Hvítklett syrgt fyri at stilla alla tekniska útgerð klára, so til ber at senda úr svimjihøllini, flogbóltshøllini og aðra staðni við góðari ljóðgóðsku. Bilarnir hjá Miðlahúsinum, ”Snati” og ”Snoddi” fóru úr Føroyum við Norrønu, fulllastaðir við tekniskari útgerð. Tøkningarnir fóru so alla ta longu leiðini úr Hirtshals til Kapelskær norðanfyri Stokkhólm, har sum ferjan hjá Viking Line siglur til Álands.

 

13 fólk

Á breddan er so sett, at Rás2 skal senda 13 tímar hvønn dag. Tí er tað gott hjá miðlahúsmanningini at hava góð og ljós arbeiðshøli, sum liggja í hjartanum í álendska høvuðsstaðnum. Stutt er eisini niðan til ”Games street”, sum er eitt serligt oyggjaleika-festivaløkið, og merkir ein oyggjaleikafepurin, hvar enn ein gongur í býnum.

Fólk hava kanska hug at fýlast á tað, sum fer fram í einum tinghúsi, men miðlahúsmanningin hevur sanniliga sannað, at eitt tinghús kann vera eitt pláss, har ein fer í tí tiltiknu arbeiðsklæðini.

 

Lutfalsliga nýtt

Snotuligi løgtingsbygningurin í Mariehamn var bygdur miðskeiðis í 1970-unum. Í bygninginum eru hølir bæði til landsskapsstyrelsen, løgtingið og teirra umsitingar. Álendingar hava frávalt leistin føroyingar hava brúkt við at hava landsstýrismálaráð, sum eru spjødd kring allan býin. Men her er hjálpsemi stórt.

Væl verður fjálgað um fjølmiðlafólkini, sum sita í løgtinginum og skriva, rapportera og senda heim. Kunningarfaldarar, kaffi, vatn og sodavatn er tøkt í stórum mongdum, og fólk eru tøk bæði í móttøkuni og í høvuðspressurúminum við hjálp og vegleiðingum.

Enn eru seks intensir arbeiðsdagar eftir, áðrenn vit fara at fella endaliga dómin yvir arbeiðsumstøðurnar, men so langt kann ein samd miðlahúsamanning staðfesta, at tingini rigga – í einum løgtingi.