ST-aðalskrivarin, António Guterres og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Russland sendi rakettir inn í Kyiv beint eftir fundin millum teir báðar, og her varð ein íbúðarblokkur raktur.

Eitt tekin sum ikki kann misskiljast

At Russland sendi rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum sama kvøld, sum ST-aðalskrivarin vitjaði - eftir, at hann fyrst hevði hitt Putin í Moskva - er eitt tekin, sum ikki kann misskiljast.

 

ST-aðalskrivarin, António Guterres og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Russland sendi rakettir inn í Kyiv beint eftir fundin millum teir báðar, og her varð ein íbúðarblokkur raktur.

Per Olav Ødegård hevur eina áhugaverda grein í norska blaðnum Verdens Gang um russiska hugburðin og støðuna í Ukraina, nú meira enn tveir mánaðir eftir, at russiski herurin leyp á grannalandið. 

 

At skjóta rakettir móti Kyiv, tá ST-aðalskrivarin er á vitjan, er at vísa vanvirðing fyri ST, Sameindum Tjóðum, og tess stovnum. Samstundis roynir Vladimir Putin at forða fyri, at krígsbrotsverk verða kannað.

 

- Hann heldur upp á, at russisku hermenninir hava víst stórbæri á hermótinum. Samstundis stendur ein heilur heimur og sær og hoyrir ræðuleikarnar og ágangin móti sivilfólki.

 

Russland brúkar sítt pláss í ST-trygdarráðnum til at leggja veto móti øllum royndum at steðga krígnum. Tískil verður stovnurin, sum skuldi verið hin týdningarmiklasti í heiminum til at loysa kreppur, virkislamdur.

 

Kreml brúkar talarastólin í ST til at spjaða rangar upplýsingar. 

 

- Vladimir Putin lurtar slett ikki eftir áheitanum hjá ST-aðalskrivaranum um vápnahvíld, men ger tað í staðin vandamikið hjá ST og øðrum hjálparfelagsskapum at veita sivilum humanitera hjálp í krígsraktu økjunum.

 

Á vitjan síni í Ukraina sá ST-aðalskrivarin, António Guterres, vanlukkuligu avleiðingarnar av innrásini, og hann sá og hoyrdi frágreiðingar um ræðuleikarnar í býum, har russiskar herdeildir hava tikið seg aftur.

 

Her lógu fleiri hundrað sivilfólk deyð í gøtunum, nøkur bakbundin og skotin í høvdið. Nøkur offur vóru børn, eins og her eru fleiri frágreiðingar um neyðtøkur og aðrar atgerðir móti sivilfólki.

 

Rakettálopið á Kyiv hendi beint eftir fundin millum ST-aðalskrivaran og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, tá Kyiv annars ikki hevði verið raktur av russiskum rakettum seinastu vikurnar.

 

- Sambært russiska verjumálaráðnum var talan um fimm langtberandi rakettir, og hetta var størsta álop á høvuðsstaðin í umleið ein mánaða. 

 

Per Olav Ødegård skrivar, at sambært russum sjálvum var talan um álop á eitt virki sum framleiðir rakettir, men tað, sum rakettirnar raktu, var í øllum førum ein íbúðarblokkur.

 

- Í minsta lagi eitt fólk læt lív og fleiri sivil vórðu særd. Tann, sum læt lív, var ein tíðindamaðurin, sum starvaðist fyri Radio Liberty, og hann búði í íbúðarbygninginum, verður lagt aftrat.

 

Øll greinin hjá Per Olav Ødegård kann lesast á www.vg.no.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

ST-aðalskrivarin, António Guterres og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Russland sendi rakettir inn í Kyiv beint eftir fundin millum teir báðar, og her varð ein íbúðarblokkur raktur.

Á vitjan síni sá ST-aðalskrivarin, António Guterres, vanlukkuligu avleiðingarnar av russisku innrásini.