Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen hava saman við liðfeløgunum verið á venjingarlegu niðri Í Turkalandi.
Talan gjørdist um ein sigur og eitt tap. Hósdagin spældi Frem ímóti russiska liðnum, FC Anzhi, og tapti Frem dystin 2-3, aftaná at hava verið aftanfyri 0-1 í steðginum. Tað einu løtuna var Anzhi frammanfyri 2-0, men Wassim El Banna og Søren Weibel syrgdu fyri, at Frem kom uppá 2-2. Men stutt undan leikloki fekk russiska liðið eitt bíligt mál, so endin var, at Frem tapti 2-3.
Ígjár spældi Frem ímóti turkiska liðnum, Antalya Orman Spor. Endin var, at Frem vann heili 7-0, aftaná hálvleiksstøðuna 3-0. Málskjúttar fyri Frem vóru Danny Andersen (2), Tim Ilsø, Mikael Simonsen, Casper Grønn Larsen, Nikolaj Hansen og Wassim El Banna.