Leygardagin varð nógv umrødda uppihaldstrappan í Vágsbotni tikin í nýtslu. Og fyribils kann ikki sigast annað enn at tey, sum spáddu, at hon fór at liggja steindeyð, eru farin skeiv, tí har er rættiliga nógv fólk.
Men eitt, ið hevur fingið næstan líka nógva umrøðu sum sjálv trappan, er ein grótpláta, sum er løgd í hana, og har tað stendur, at "Tann 28, mai varð nýggja trappan í Vágsbotni tikin í nýtslu av Hein Mortensen, borgarstjóra & Tróndi Sigurðsson formaður í BB".
Fólk hava heft seg við, at tað stendur ikki, hvat ár, tann 28 mai, at trappan varð tikin í nýtslu. Fólk hava eisini heft seg við, at navnið á borgarstjóranum er skeivt bent, at starvsheitið hjá Tróndi Sigursson er skeivt bent og at ongin veit, at BB stendur fyri Byggi- og Býarskipanarnevndin.
Men tað eru eisini tey, sum halda, at tað er nakað sjálvhátíðarligt at seta eina slíka plátu upp.
Michael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar Býráð, heldur, at sum so er einki forgjørt í at seta eitt frámerki í trappuna, sum sigur, nær hon er tikin í nýtslu, og av hvørjum.
Tað er vanligt tá ið verkløg verða tikin í nýtslu. Eitt nú eru hakarnir, fyrsta flagið til ymisk verkløg varð loyst við, hongdir upp í bygningin, tá ið hann er liðugur við ymsum upplýsingum í.
- Fyri mær er tað eitt tað mest natúrliga í verðini, at ein pláta verður sett upp við slík høvi. Men hvat skal standa á henni er so ein annar spurningur, sigur tekniski stjórin.
- Hetta er eisini púra vanligt úti í heimi, og eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at ein pláta er løgd í trappuna, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, umsitingin burtur av hevur tikið sær av. Men hann ásannar eisini, at mistøk eru gjørd á vegnum bæði við tí málsliga og við tað, at plátan var ov stór og ov sjónsk. Mistøk henda sjálvsagt ikki við vilja, sigur hann, men hann veit kortini ikki akkurát, hvar í gongdini, at mistøkini eru hend.
Tí er hon nú tikin niðuraftur. Men hann sigur, at helst okkurt annað verður sett upp ístaðin til minnis um, at trappan varð tikin í nýtslu.
Eisini á brúnni um Sandá er ein pláta við upplýsingum um, nær hon varð tikin í nýtslu og hvørjir býráðslimir loystu fyrsta flagið oman av.