Eitt týðandi stig - men ikki nóg mikið

Avgerðin hjá G8-londunum at strika 55 milliardir dollarar av skuldini hjá teimum fátækastu londunum er skilagóð, men tað ikki nóg mikið

Hjálpar- og menningarfelagsskapir eru á einum máli um, at tað var skilagott av G8-londunum at strika 55 milliardir dollarar av skuldini hjá nøkrum av teimum teimum fátækastu londunum.
? Tey fátæku lndini skuldu gjalda hálva aðru milliard dollarar í uttanlandsskuld, men tey hava tørv á nógvum afturat. Eitt nú hava vit kravt 50 milliardir dollarar fyri at fáa Afrika á føtur, og enn restar nógv í, sigur Max Lawson í hjálparfelagsskapinum Oxfam við Reuters. Hann vísir á, at toppfundurin hjá G8-londunum verður um tríggjar vikur, og hann vónar, at londini fara at finna meiri pengar til ta tíð.
Max Lawson sigur, at sjálvandi fer avgerðin hjá G8-londunum at gera tað lættari hjá einstøkum londum, sum fáa meiri pengar at brúka til onnur endamál, men at neyðugt er við munandi stuðuli afturat, skal tað gera nakrann mun.
Patrick Smith, sum er blaðstjóri á Africa Confidential, segði við BBC leygadagin, at handilsforðingar eru ein stórur mein-bogi fyri Afrika, og hann heitti á G8-londini um at taka tann spurningin upp á toppfundinum.
38 lond
Avgerðin hjá G8-londunum ber í sær, at tey fátækastu 38 londini í heiminum fáa skuldarlætta, og av teimum fáa14 afrikonsk og fýra latínamerikonsk lond 40 milliardir dollaar strikaðar av uttanlandsskuldini. Harafturat fáa níggju lond í Afrika 11 milliardir dollarar strikaðar, og tær seinastu fýra milliatrdirnar verða strikaðar hjá 11 londum, sum tó skulu lúka nakrar treytir fyrst.
Tey átjan londini, sum í fyrsta umfari fáa skuldina strikaða, eru afrikonsku londini Benin, Burkina Faso, Etiopia, Ghana, Madagaskar, Mali, Mauretania, Mosambik, Niger, Rwanda, Senegal, Tansania, Uganda og Zambia. Tey fýra latínamerikonsku londini eru Bolivia, Guyana, Honduras og Nikaragua.