BankNordik hevur í dag endaliga framt søluna av íslendska tryggingarfelag-num Vørði. Tað er íslendski Arion Banki, sum hevur keypt øll partabrøvini í Vørði frá BankNordik-samtakinum fyri 5,3 miljardir íslendskar krónur áðrenn handilskostnað og skatt.
BankNordik hevur seinasta árið virkað eftir nýggjari strategi fyri privatkundaøkið, ið grundleggjandi snýr seg um, at bankin leggur alla orku í at skapa størst virði fyri kundar sínar í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Tað var í hesum sambandi, at íslendska tryggingarfelag bankans í fjør varð lýst til sølu.
- Sølan av Vørði er eitt týðandi stig á leiðini í ætlan okkara um at savna alla orku um kjarnuvirksemið hjá samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Tí eru vit væl nøgd við, at avtalan í dag er undirskrivað.
Tað sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Hann vísir á, at BankNordik seinasta árið hevur framt nógvar broytingar í bygnaði og tænastum, ið hava til endamáls at búgva bæði ráðgeving og tænastur bankans til framtíðina og til tørvin hjá kundunum. Í hesum sambandi hevur bankin í ár m.a. miðsavnað uppgávur og sett fleiri fólk í starv í Føroyum.
- Vit leggja okkum eftir at veita kundum okkara nútímans tænastur og ráðgeving, og tí útbúgva vit dugnaligu starvsfólk okkara og gera íløgur í nútímans samskiftisamboð. Hetta skal gera tað uppaftur lættari hjá kundum okkara at fáa góða og greiða ráðgeving, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.