Eitt symfoniorkestur í støðugari menning.

Ólavur Hátún

So upplivdu vit tað aftur: Føroya Symfoniorkestur í stórum fetum á leiðini uppeftir. Soleiðis kundi eisini verið lagt fyri við seinasta høvið, konsertina í sambandi við Listastevnuna í august. Høvuðsnøvnini tá vóru hjúnini Susanne og Rúni Brattaberg. Vit kunnu ikki nóg mikið undrast og frøast um, hvussu væl Rúni hevur megnað at taka seg upp á altjóða støði sum operusangari. Sín drúgva og krevjandi sololut í nýggja verkinum, skrivað til hansara rødd, megnaði hann eisini til fulnar. Hjá okkum mongu, sum hava klassiska tónleikaarvin sum ótømandi keldu til lívsvirði, gav tað ikki minni skjálvta í sálina at uppliva Susanne í teirri glæsiligu røð av gitnum arium, sum hon saman við okkara symfoniorkestri lat floyma yvir okkum.
Men maðurin sum sjóðaði allan tann undurfagra tónleikin saman í eina so ljómandi heild var Berharður Wilkinson, og ikki minni endurtók løtan seg, tá hann í gjár hevði tann fjølmenta tónleikaraskaran soleiðis á lofti, at tú satst undrandi og fegin yvir, at okkara seriøsa tónleikalív er komið upp á slíkt støði.
Kann ikki nóg mikið endurtaka mítt "praeter censeo", at hesin tónlistamaður eigur at fáa bestu arbeiðsumstøður til framhaldandi at vera við í menningini av okkara tónleikalívi, og at stig nú veruliga eiga at verða tikin til, at okkara framkomnu tónleikarar innan musikkskúlaskipanina í ynskiligan mun fáa høvi til at virka eisini sum professionellir musikarar. Tú sært teir fyri tær, har teir í inniligum spælarakæti sótu á palli saman við sínum framkomnu næmingum - ein sjón og ein uppliving, tú vildi ynskt eisini at kunna fallið fólki úti um landið regluliga í lut.
Tað var ikki mín ætlan og er neyvan heldur mín førleiki at koma nærri inn á tónlistarligu dygdina í slíkum symfoniskum framførslum. Men skráin var væl vald, har lagt varð fyri við tónleikamyndini "En Fantasirejse til Færøerne" eftir Carl Nielsen, komponerað í sambandi við dansivitjan hiðani til Keypmannahavnar, har føroyingar m.a. tráddu dansin á Det kgl. Teater, meðan ballettdansarar og annað gott fólk eisini sluppu við upp í ringin. Í ymsum líki skygdu føroysk kvæða- og vísuløg ígjøgnum í hesum orkestursatsi, og sama var við russiskum fólkaløgum í máttmiklu symfoniini eftir Pætur Tjaikovski í seinna partinum av konsertini. Men so mikið tú enn kundi fáa skjálvta í holdið av ógvisligum hæddarløtum í hesum megnar verki, so mundi tað kortini vera dýrdmettaði Wiener-dámurin í Sinfonia Concertante eftir Wolfgang Amadeus Mozart, sum gekk tær djúpast inn í sál og sinni. Frá okkara íslendsku gestum, sum mannaðu konserterandi kvartettina, hoyrdu tú træblásarasamanspæl sum neyvan áður í Norðurlandahúsinum. Teir fýra Daði Kolbeinsson, obo, Einar Johannesen, klarinett, Hafstein Guðjónsson, fagott, og Josef Ognibene, horn, mynda saman við Berharði Wilkinson, floytu, gitnu Blásarakvintett Reykjavíkur. Vit kunnu gleða okkum til at hoyra hesar mætu musikarar á egnari konsert í Norðurlandahúsinum í annað kvøld (týskvøldið) kl. 19.30, og aftur saman við nýggju føroysku blásikvintettini Kinki í Listaskálanum hóskvøldið kl. 19.30.