Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Tað er ymiskt frá ári til ár, hvussu nýggjárið verður hildið. Í ár verður tað saman við vinfólki í Klaksvík, um alt gongur eftir ætlan.
Tað sigur Durita Poulsen, sum býr í Hvannasundi.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- 2020 hevur verið svárt fyri bæði samfelag og fólk, men persónliga hevur árið verið mennandi fyri meg. Ein av stóru hendingunum var nokk at flyta heim aftur til Føroya í summar eftir átta árum uttanlands. Síðan eg kom heim, havi eg virkað sum lærari á Tekniska skúla í Klaksvík og havi havt lívsstílsskeið á kvøldskúla. Tað hevur verið deiligt at arbeitt á føroyskum og kunna verið saman við familju og vinum her heima aftur. Árið bleiv ikki verri við, at makin og eg hava funnið eina deiliga íbúð í Keypmannahavn, har eg flyti niður aftur fyrst í komandi ári. So, alt í alt kann eg avgjørt ikki klaga. Eisini havi eg følt meg hepna við, at vit hava livað relativt ótarnað av koronu her heima í mun til tey, eg plagi at halda saman við í Keypmannahavn, bæði viðvíkjandi at bera masku, at arbeiða heimanífrá og í samband við aðrar afturlatingar.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Korona hevði tó eisini avbjóðingar fyri meg og míni, tá vit komu inn í desember. Henda tíðin varð merkt av sóttarhaldi, koronu í familjuni og millum míni - alt frá ymiskum smittuketum. Jú, hetta hevur havt sínar avleiðingar og avmarkingar, bæði fyri jól, um jólini og eftir jól. Tískil kundu vit heldur ikki vera saman um jólini, soleiðis sum vit plaga at vera.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Tað er ógvuliga keðiligt at síggja, at nógv virksemi mátti lata aftur, og hvussu hart tað rakar fólk, bæði fíggjarliga og persónliga. Tískil vóni eg, at vit í 2021 fara at síggja munandi framgongd aftur. Persónliga dámar mær ótrúliga væl at hava møguleikan at fara til eitt hvørt, har nógv fólk koma saman. Mær dámar eisini at royna nýggj ferðamál og uppliva aðra mentan. Hetta er nakað, eg gjørdi og tók fyri givið fyri mars 2020. Eg havi tillagað meg til nýggja lívsstílin, men vóni virkuliga, at hetta verður møguligt aftur í 2021.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Tað eru nógv ár síðani, eg gav eitt nýggjárslyfti. Sum bachelor í føðslu og heilsu livi eg við prinsippinum um, at vanabroytingar er vegurin fram til ein ynskiligan lívsstíl, og eg havi ta áskoðan, at “alt er lov við máta" gjøgnum alt árið. Hetta setir mín lívstíl í eina nøktandi javnvág, sigur Durita Poulsen.