Seinastu vikuna hevur Útvarpið leitað eftir størstu landapláguni, ið føroyingar eiga. Tað skelkaði neyvan nakran, at vinnarin gjørdist Eitt Sunnukvøld í Plantaguni við Simma. Lagið kom út, sum ein tann fyrsta føroyska útgávan og gjørdist skjótt fólkaogn. Hetta var sama ár sum Útvarpið byrjaði at senda, og hevur lagið ljómað í sendingum líka síðan tá, og sjálvt nú út við 50 ár eftir útgávuna, gongur neyvan ein Kvøðuljómasending uttan, at Eitt sunnukvøld í Plantaguni verður spælt, soleiðis var longu, tá sendingin æt Ynskikonsertin og er tað enn í dag. Stutt sagt er talan um størstu Landapláguna í Føroya Søgu.
Tað var stak hugnaligt at hoyra, at Útvarpið hevði spent seg út og fingið Simma við manningini Aggu og Leivu í upprunaliga hølið har lagið varð spælt inn í Losjuni í Havn. Hetta varð ein ótrúliga hóskandi byrjan uppá Spæl Føroyskt Dagin.