Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður á Toftavatn av tveimum støðum og í báðum førum klokkan 17.50 - ávikavist frá skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.
Í ár verður tað Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum fer at hugleiða, og Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu fara at framføra.
- Hetta er eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu og Nes kommunu, sum skipa fyri, og lagt verður aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin at verða við.