Eitt stríð ímillum hugsjónir ella ítøkilig úrslit

Hvussu skulu føroysku fólkatingsessirnir brúkast

- Fyri føroyingar verður hetta fólkatingsvalið eitt stríð um, antin okkara sessir skulu brúkst til at føra partapolitikk og hugsjónarligan politikk, ella um teir skulu brúkast til at røkka ítøkilig útslitum.

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Føroyar.

 

Fólkatingsval verður allarhelst útskrivað um eina løtu og tað kemur ikki óvæntað, at Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum er eitt av valevnunum.

 

Hann sigur, at summi valevni hava longu ført seg fram við, at fólkatingssessirnir skulu brúkast til at føra loysingarpolitikk, ella sambandspolitikk.

 

- Tann, sum fer á fólkating við slíkum politikki, arbeiðir bara fyri helvtini av føroyingum – og sostatt eisini ímóti helvtini av føroyingum, sigur Sjúrður Skaale.

 

- Tað tykir mær eitt sindur løgið og tað verður ein av okkara høvuðs boðskapum í valstríðnum, leggur hann afturat.

 

- Hin møguleikin er at brúka fólkatingsessin til at umboða allar føroyingar, føroyskt vinnulív, føroyska mentan og føroyskar myndugleikar.

 

Nú verður løgtingsval eisini seinni í ár, men Sjúrður Skaale væntar ikki, at fólkatingsvalið verður ein spegilsmynd av, hvat vit kunnu vænta okkum av løgtingsvalinum.

- Fólk velja ymiskt á fólkatingsvali og á løgtingsvali, akkurát sum tey velja ymiskt á kommunistýrisvali og á løgtingsvali.

- Løgtingsvalið er helst meiri hugsjónarligt, heldur Sjúrður Skaale.