TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr telefonsamrøðuna, sum var við føroyska landsliðsáleyparan, Jóan Símun Edmundsson í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin í dag.
Jóan Símun Edmundsson gjørdist toppskjútti hjá OB við níggju málum, og hann heldur, at persónliga var talan um besta kappingarárið hjá sær uttanlands nakrantíð.
Men toftamaðurin viðgongur, at tað hevur verið eitt strævið kappingarár fyri liðið, sum ikki megnaði at vinna seg í meistaraspælið, og mátti stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
Nú fer Jóan Símun at halda feriu nakrar vikur, og mánadagin gongur leiðin til Føroya. HM-undankappingardystin ímóti Sveis má hann síggja frá áskoðaraplássunum, tí hann er leikbannaður hendan dystin.