Eitt stríð móti ljóðinum

Framførslan hjá Martini hjá Mili hjá Mili hjá Hannu úr Vestmanna á Fjarðafestivalinum gjørdist eitt stríð móti ljóðinum. Fyrstu løtuna stríddist Martin Joensen og vælleikandi bólkurin móti ringa ljóðinum, ið var dominerað av einum rungandi bassi. Keðiligt og spell, men hetta gjørdist tó betur eftir nøkur løg.

 

Hin ljóðtrupulleikin var eitt suð av óljóðið úr salinum, fólk, ið prátaðu, børn, ið spældu og generellur larmur av fólki, ja, suðið var so ógvisligt, at eg bert havi hoyrt líknandi í stórum handilshúsum uttanlands. Hetta gjørdi tað nærum ómøguligt at liva seg inn í inniligu og hjartaligu framførsluna hjá Martini og bólkinum.

 

Óljóðið tók ikki móti frá teimum, teir stríddust manniliga. Martin og hinir borðreiddu við løgum av nýggjastu fløguni, ikki færri enn trimum løgum úr sangleikinum Skuggagestir, ið Martin skrivaði fyrst í nítiárunum og øðrum løgum, ið hóskaðu til konsertina.

 

Tað var bert í teimum meira rokkendu løgunum sum Einsamallur og Maskuspæl, at teir megnaðu at spæla uppum larmin í salinum.

 

Eg byrjaði at ræðast, at tað kravdi eitt undur, at steðga larminum, men lukkutíð átti Martin eitt undur í ermuni. Tí tá hann endaði konsertina við Morgun, tagnaði larmurin.