- Tað er púra vist, at tað var eitt stórt upplivilsi
Tað sigur føroyski violinspælarin, Heiðrun Petersen.
Tá ið danska sjónvarpsrásin, TV2, leygarkvøldið skipaði fyri stórum tiltaki við tí fyri eyga at savna pening saman til danska krabbameinsfelagið, var Heiðrun Petersen eisini á pallinum.
Hetta var í samandi við framførsluna hjá Rasmus Seebach, sum er av fremstu tónleikarum í Danmark í løtuni, at Heiðrun Petersen var á palli og spældi.
Heiðrun Petersen úr Havn, spælir violin gongur á kongaliga musikonservatoriinum í Danmark.
Vanliga spælir hon til klassiskar konsertir, men leygarkvøldið var annarleiðis.
Hon dylir ikki fyri, at hon hevði summarfuglar í búkinum, men at tað var eitt upplivilsi.
Úrslitið av stóra tiltakinum leygarkvøldið varð, at danska krabbameinsfelagið fekk heilar 143 milliónir krónur.
Á myndini er tað Heiðrun longst til vinstru, á palli saman við Rasmus Seebach.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat hon helt um at spæla saman við einum tí størsta navninum í Danmark í hesum tíðum.