Eitt stórt framstig fyri barnafamiljurnar

Í morgin árini verður hátíðardagur í Hvalba, sum serliga barnafamiljurnar kunnu gleða seg til

 

Í morgin árini verður rættur hátíðardagur í Hvalba. Tá verður nevniliga farið undir at byggja barnagarð í bygdini.

 

Tað verða teir báðir Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, og Rúni Thomsen, formaður í trivnaðarnevndini í kommununi, sum seta hakan í, og so verður farið undir útgevsturin.

 

Útgrevsturin verður liðugur í summar, og so verður farið undir sjálva byggingina og ætlanin er, at barnagarðurin verður liðugur um hálvtannað ár, ella um árskiftið 2016 -2017.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at talan er um ein dagstovn til 60 børn og hann fer at hýsa bæði vøggustovubørnum, barnagarðsbørnum, og frítíðarskúla. Frítíðarskúlin verður fyri børn í fyrsta og øðrum flokki, men enn er ikki avgjørt, um hann eisini verður fyri børn í triðja flokki.

 

Barnagarðurin skal byggjast á einum stykki niðanfyri skúlan, og talan verður um ein stovn, sum lýkur øll nýmótanskrøv.

 

- Í sambandi við byggingina hava vit hugsað nógv um umstøðurnar hjá teimum, sum bera brek, sigur borgarstjórin. Í hesum sambandi hugsar hann bæði um atkomuviðurskiftini, og um umstøðurnar innandura og uttandura, og har verða góðar umstøður í tí sambandi, sigur borgarstjórin.

 

Tey hava eisini bygt stovnin soleiðis, at góðar umstøður verða hjá børnum við serligum tørvi at ganga í barnagarðin.

 

Talan er um eina risastóra íløgu fyri kommununa tí barnagarðurin kostar 10-11 milliónir krónur tilsamans, og sostatt er hetta ein tann størsta, helst tann størsta íløgan hjá kommununi nakrantíð.

 

Men Rúni Thomsen sigur, at tey fóru undir hesa íløguna fyri at bøta um umstøðurnar hjá barnafamiljunum í kommununi, sum umframt Hvalba og Nes, eisini fevnir um Sandvík.

 

Borgarstjórin sigur, at tey vildu heldur byggja dagstovnin í størra lagi. Upprunaliga varð arbeitt við einum barnagarði fyri sjey milliónir, men tey gjørdu av at byggja hann størri, tí skuldi hann víst seg at vera ov lítil, er tað lutfalsliga ógvuliga kostnaðarmikið at byggja hann út seinni.

 

Rúni Thomsen sigur, at byggingin verður partvís fíggjað við skattainntøkum hjá kommununi, men tað slepst ikki undan at taka lán, tó at tað enn er óvist, hvussu stórt tað verður.

 

Tað er Tummas Niclasen, arkitektur, sum hevur teknað barnagarðin. Á eftirgjørdu myndini sæst, hvussu hann tekur seg út í landsslagnum, har hann liggur sum eitt snotiligt, gamalt føroyskt bygdalag niðanfyri skúlan, sum kemur undan høgrumegin.