Eitt stort frambrot fyri klaksvíkingar

Í dag verður spakin settur í til størsta byggjarí í Klaksvík higartil

 

Í dag verður spakin settur í fyri størstu byggiverkætlan í Klaksvík higartil

Tað hendi, nú spakin verður settur í fyri verkætlanini at byggja báðar skúlarnar, Ósaskúlan, og skúlan á Ziskastrøð, saman í ein felags stórskúla.

Tað er klokkan 12.30 í dag, at spakin verður settur í, og í tí sambandi verður hátíðarhald í skúlagarðinum niðanfyri Heygavegin

 

Les eisini: Hetta kunnu vit øll vera stolt av

 

- Hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, nú byggingin av nýggjum fólkaskúla í Klaksvík byrjar

Tveir fólkaskúlar eru í Klaksvík, Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð, men teir skulu nú leggjast saman.

Ein týðandi partur av samanleggingini er at byggja hendan nýggjum skúlan. Fyrsta byggistigið, sum byrjar í dagh, kostar 106 milliónir krónur, og verður liðugt í 2018.

- Vit raðfesta fólkaskúlan, og tað gera vit nú ítøkiliga við størstu verkætlan, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur sett í gongd, sigur borgarstjórin.

 

- Við hesari bygging fáa vit ein enn betri skúla til okkara børn og hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Tilsmamans kostar nýggi skúlin í Klaksvík 160 milliónir krónur og hann skal byggjast í trimum byggistigum.