Tað er óvist um Landssjúkrahúsið aftur fær ein heitan hyl at viðgera sjúklingar í. Tað staðfesti landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen á Rás2.
Annars skal Landssjúkrahúsið nú byggjast út og byggjast um fyri hundraðtals milliónir hesi næstu fýra árini. Eitt nú verður spakin nú settur í at byggja ein nýggjan bygning fyri 250 milliónir.
Fyrr í hesi vikuni læt Pero Sore, selækni í gikt, okkum eina drúgva frágreiðing um ymisk viðurskifti á Landssjúkrahúsinum. Eitt, sum hann finnist at, er, at viðgerðin í heitum vatni, sum hevur verið á Landssjúkrahúsinum, varð niðurløgd í 2007.
Hetta er viðgerð og venjing í heitum hyli, sum annars er ógvuliga gagnlig hjá sjúklingum við gikt og øðrum sjúkum Men hetta er eisini sera hent viðgerð í sambandi við endurmenning fyri sjúklingar, sum hava havt heilabløðing og blóðpropp, ella sum hava fingið skurðviðgerðir av ymsum slagi. Sjálvur heldur serlæknin í gikt, at viðger í heitum hyli, er eitt neyðugt viðgerðartilboð til nógvar sjúklingar.
Pero Sore sigur, at formliga orsøkin til at halda uppat við viðgerðini í heita hylinum í 2007, var at eitt filtur manglaði. Hann leggur afturat, at eitt filtur kostaði einar 80.000 krónur í 2007.
Tá hylurin varð latin aftur, mistu sjúklingar, sum høvdu brúk fyri venjing, og sum landafrøðiliga hoyrdu til Landssjúkrahúsið, sostatt hetta viðgerartilboðið, og teir hava ikki fingið tað aftur enn. Og Pero Sore sigur, at nú ætlanin er at byggja Landssjúkrahúsið um og byggja tað út fyri hundraðtals milliónir, er framvegis ikki ætlanin at endurstovna hesa viðgerðina í heitum hyli.
Annar staðfestir hann, at arkitektururin er stórbærur, men heldur speiskliga leggur hann afturat, at á nýggja búmerkinum hjá Landssjúkrahúsinum kann kanska standa, at ”snið lekir”.
Pero Sore sigur, at eftir tí hann veit, er tað av fíggjarligum orsøkum, at nýggjur hylur ikki verður gjørdur, nú Landssjúkrahúsið verður bygt út. - Her snýr tað seg um eitt viðgerartilboð uppá 61,5 kubikk av vatni, sum kostar 16 milliónir krónur. - Eg kann upplýsa, at hetta er umleið helvtin av svimjihylinum umborð á Norrønu, leggur hann afturat.
Karsten Hansen ásannar, at tað er alt annað enn gott, at ongin viðgerð í heitum hyli er á Landssjúkrahúsinum. Men hann staðfestir, at leiðslan er so komin eftir, at hann var ikki neyðugur, tí varð hann niðurlagdur á sinni.
Men samstundis staðfestir hann, at enn er endalig avgerð ikki tikin um, antin heitur hylur skal vera á Landssjúkrahúsinum. - Projekteringin er ikki liðug, so enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat ikki verður av tilboðum á Landssjúkrahúsinum, sigur hann.
Hann ásannar samstundis at hvørjar tænastu verða á Landssjúkrahúsinum er eisini ein peningaligur spurningur. - Tað eru serfrøðingar sum sita í bygginevndini, og sum projektera og ráðgeva. Og eg eri sannførdur um, at tey gera tað, sum er best fyri sjúklingin. Men sjálvandi skulu tey eisini tryggja sær, at tað er fíggjarliga forsvarligt og at byggingin ikki kostar meiri enn tað, Løgtingið hevur játtað til endamálið.
Annars vísir landsstýrismaðurin á, at heitur hylur er bæði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsið, so skuldi tað verið, ber til at vísa sjúklingum hagar til venjingar í ávísan mun, sigur Karsten Hansen.
|










