Annika Olsen heldur lítið um, at Føroyar og Danmark nú skulu hava felags veðurlagspolitikk.
- Somuleiðis er tað undrunarvert, sum frættist í miðlunum um dagarnar, at nú skal gerast eitt innanhýsis byrðubýti millum Danmark og Føroyar, og síðani verða veðurlagsmálini, sum Danmark vegna Føroyar sendir til klimapanelið hjá ST. Um hetta verður veruleiki er talan um eitt stórt afturstig fyri Føroyar á altjóða umhvørvis- og veðurlagssøkinum, skrivar hon í einum skrivligum fyrispurningi til Sirið Stenberg, um hvussu Føroyar ætla at fyrihalda seg til nýggja veðurlagssáttmálan, ið varð undirskrivaður í París.
Hon sigur, at undan veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í 2009, nevndur COP15, gjørdi Føroya Landsstýrið eitt stórt arbeiði fyri at varpa ljós á føroyska orkupolitikkin og eydnaðist tað at fáa Føroyar nevndar í yvirlitinum hjá ST klimapanelinum UNFCCC. Hon óttast tó, at verandi landsstýrið tveitir alt hetta arbeiðið fyri borð við at Føroyar nú aftur gerast partur av Danmark í altjóða veðurlagspolitiskum høpi.
Eitt einmælt Løgting samtykti í 2009 Veðurlagspolitikk Føroya, men Annika Olsen vil vera við, at tað gongur striltið at liva upp til málini, vit settu okkum.
- Somuleiðis er tað undrunarvert, sum frættist í miðlunum um dagarnar, at nú skal gerast eitt innanhýsis byrðubýti millum Danmark og Føroyar, og síðani verða veðurlagsmálini, sum Danmark vegna Føroyar sendir til klimapanelið hjá ST. Um hetta verður veruleiki er talan um eitt stórt afturstig fyri Føroyar á altjóða umhvørvis- og veðurlagssøkinum, skrivar hon, og spyr tí Sirið Stenberg
1. Hevur landsstýrið ætlanir um, at Føroyar skulu taka undir við nýggju veðurlagsavtaluni?
2. Um ja, hvat hevur landsstýriskvinnan gjørt til tess at tryggja, at Føroyar verða ein sjónligur partur av nýggju veðurlagsavtaluni?
3. Hvørjar samráðingar hava verið við eitt nú donsku stjórnina í hesum sambandi?
4. Hví var landsstýrið ikki umboðað í París undir veðurlagsráðstevnuni?
5. Eru ætlanir at broyta og dagføra føroyska veðurlagspolitikkin frá 2009?










