Sunnudagin er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva eftir við missinum.
Sum eitt stillført minni um tey ið lótu lív á føroysku vegunum, verða blómur lagdar á støð har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív.
Eisini er evnið ”deyð í ferðsluni”, tikið upp í kirkjum og samkomum.
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkur og at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.
Síðani seinasta minningardag eru tvey fólk deyð í ferðsluni, ein ungur maður og ein ung kvinna.
Tvey ung, ið fóru frá húsum, men sum ongantíð vendu heim aftur.
Tvey deyð í ferðsluni eru tvey ov mong.
Tá vit koyra framvið einum blómutyssi við vegjaðaranum fyrsta sunnudag í juli, kemur fjáltur á okkum.
Vit verða mint á, hvussu viðbrekin við eru í ferðsluni, og hvussu lítið skal til.
Fyri summi eru blómutyssini ikki ein ítøkilig áminning, men ein ímynd av høpisleysum missi.
At talið á deyðum hevur verið lækkandi seinastu árini, ger avbjóðingina uppaftur størri at vísa á, hvussu stóran týdning miðvís átøk fyri tryggari ferðslu, hava.
Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum kravdi mannalív í 1928 eru tilsamans 272 deyð í ferðsluvanlukku.
Ráðið fyri Ferðslutrygd stuðlar tiltakinum og tað gera fyritøkur og einstaklingar eisini.
Tað var Ingi Gunnarsson, sum í 2000 fyrstu ferð tók stig til at halda dagin og at leggja blómutyssi við vegin.
Tað er framvegis hann, sum samskipar tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.
Í Sosialinum í dag hava vit spurt tríggjar føroyingar. hvørs kæru fóru út, uttan nakrantíð at koma heim aftur. Tey hava dirvið og áræði at greiða frá, hvussu tað var at missa og, hvønn týdning minningardagur teirra deyðu í ferðsluni hevur fyri tey.
LES EISINI: Eg havi fyrigivið.
LES EISINI: Eg hugsi um hann hvønn einasta dag
LES EISINI: Tilveran varð rend umkoll