Íslendska fótbóltskappingin er stutt, og harvið er tað sjálvandi stutt millum dystirnar. Triðja umfar var á skránni í kvøld, og tá áttu Jónas þór Næs og Valur heimavøll á Líðarenda, har tað var grannauppgerð ímóti Fram. Úrslitið var 1-1. Fram skoraði stutt undan undan steðginum, og Valur javnaði lítla løtu eftir steðgin. Jónas var á vongverjanum í høgru allan dystin á tamb.
Úrslitini í kvøld: FH-ÍBV 1-1, Víkingur Ólafsvík-Keflavík 1-3, Fylkir-Stjarnan 0-1, Breiðablik- ÍA 4-1, Valur-Fram 1-1 og KR-þór 3-0.
Einasta felagið, sum eftir trý umfør hevur fulla úrtøku, er KR. ÍBV, FH og Valur hava 7 stig.










