Svendborg, sum hevur Julian Jónsson, sum høvuðsvenjara tók í dag í 2. deild Vestur ímóti Middelfart, so talan var um eina oyggjauppgerð á Fjóni.
Svendborg var á sigurskós, tá Bokary Bojang legði Svendborg á odda í 67. minutti, men mennirnir hjá Juliani hildu ikki fast, og í 76. minutti javnaði Martin Mortensen fyri Middelfart til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Svendborg er nummar 9 av teimum 16 liðunum í 2. deild Vestur við 25 stigum aftaná 18 leiktar dystir.