Eitt stig til Atla

Landsliðsleikarin í FC Roskilde, Atli Danielsen, spældi sum vant allan dystin á miðvøllinum, tá lið hansara vitjaði hjá Hobro í gjár. Dysturin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini endaði við javnleiki 2-2, ið er eitt úrslit, sum Atli Danielsen og teir helst høvdu sæð øðrvísi. Bæði tí, at Hobro eru uppflytarar og liggja seks stig aftanfyri FC Roskilde, men ikki minst tí, at FC Roskilde førdi 0-2.

Leiðsluna søplaðu teir burtur og harvið fekk FC Roskilde eitt stig heldur enn trý. Tað hevði annars komið væl við við einum sigri, tí FC Roskilde hevur nakað eftir á mál, um teirra málsetningur skal røkkast.

- Vit ynskja at blanda okkum millum seks tey bestu liðini, so vit skulu helst hava minst seks ella sjey stigum hesar seinastu tríggjar dystirnar, sigur Atli Danielsen.

 

FC Roskilde liggur nummar átta í deildini, ájavnir í stigum við bæði FC Vestsjælland og Skive, sum tó hava betri málúrtøku.