Í vikuni baði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at tann deildin í Toll og Skattstovu Føroya, sum skal umsita oljuskatt, skal leggjast út á bygd, partvíst til Norðyggjar og partvíst til Suðuroyar. Hetta er í samljóð við tað, sum útjaðaranevndin mælti til í áliti sínum, og hetta er eisini ein partur í kolvetnislóggávuni, har sagt verður, at ágóðin frá kolvetnisvinnu skal koma øllum landinum til góða.
Tað er at fegnast um, at ein landsstýrismaður fylgir álitum og tilmælum ella andanum í lóggávuni, sum kanska ikki altíð er so ítiøkilig í orðum. Serliga í hesum tíðum, tá gongdin bendir á, at alt er við at trunkast saman í Havn, og at øll vilja flyta til høvuðsstaðin, har tað er alt ov trongligt frammanundan. Avleiðingin er, at húsaprísirnir flúgva uppeftir, skúlarnir gerast trengri og trengri og bíðilistarnir til vøggustovur og barnagarðar gerast alsamt longri.
Men at flyta nøkur fáa arbeiðsspláss út úr Havnini ger ongan mun, vil onkur siga. Hinvegin mugu vit ásanna, at alt ger mun. Spurningurin er ikki, um vit í fyrstu atløgu flyta 5 ella 25 arbeiðspláss úr høvuðsstaðnum. Spurningurin er hinvegin um at seta eina tilgongd í verk, sum merkir, at tað er ikki ein sjálvfylgja, at allir stovnar og at øll fyrisitingin skal liggja í Havnini. Vit liva í fjar- og samskiftisstíðum. Hetta merkir, at vit kunnu samskifta og avgreiða mál, líka mikið hvar vit sita í landinum - á Argjum ella í Fugloy.
Nakað annað er so, um tað er rætt at flyta deildina, sum skal umsita eina trupla kolvetnisskattalóggávu úr miðfyrisitingini. Tað sigst, at hetta er eitt trupult mál, sum krevur stóran serkunnleika, kanska útlendskan við, og tí hevði kanska verið rættast, at hetta økið lá í høvuðsstaðnum. Men ber tað til at leggja tað út, so er tað í fínasta lagi, at tað verður lagt í Klaksvík og í Suðuroy.
Vit munnu koma burtur frá tí vanahugsan, at alt skal ligggja í Suðurstreymoy. Vit mugu hugsa um útjaðaran, og vit mugu taka álitini um útoyggjarnar og útjaðaran í størsta álvara. Tí er tað frálíkt, at landsstýrið hevur tikið stig til eina spjaðing á fleiri økjum. M.a. við at leggja heilsuskúlan í Suðuroy og nú við at leggja partar av skattafyrisitingini til Norðoyggjar og Suðuroyar.