Fuglfirðingar og klaksvíkingar vóru kroystir síðstu løtuna. ÍF vann óvanliga tøttu finaluna.
Tað vóru helst fá sum ivaðust, hvar sigurin fór, tá fuglfirðingar vóru á odda 14-10 í fimta og avgerandi settinum. Tá fór Mjølnir til stroks. Fimm stig upp í slag, og brádliga vóru klaksvíkingar omaná og stevndu móti sigrinum.
Fuglfirðingar reistu seg aftur og vunnu settið 20-18.
Tað var tætt allatíðina. ÍF vann næsta settið 32-30.
Seinna finalan verður í morgin. Fer sigurin aftur til Fuglafjarðar, hevur ÍF vunnið greipuna í 2011.
ÍF ? Mjølnir 3-2 (20-25, 32-30, 22-25, 25-16, 20-18)










