Eitt stig rætta vegin?

Grønlendsku fólkatingsumboðini eru ósamd um, hvørt nýggja lógin um fólkarættaligar avtalur fyri Grønland er eitt framstig

Tað eru ógvuliga nógvar tulkingar av lovforslag nr. 126, sum í hesum døgum bíðar eftir at verða liðugt viðgjørt á Fólkatingi. Lovforslag nr. 126 er Lov om Grønlands landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler. Í skrivandi stund er fólkatingsval ikki útskrivað, men verður val í næstum, so verður lovforslag nr. 126 eisini sett á síðulinjuna.
Eitt líknandi lóg fyri Føroyar er ikki enn løgd fyri Fólkatingið, og í løtuni er óvist, hvussu tað verður við samráðingunum millum føroyingar og danir um føroyskar heimildir í millumtjóða sáttmálum og avtalum. Men tað vildi verið løgið, um grønlendingar og føroyingar fingu ymsar heimildir frá somu donsku stjórnini undir somu grundlógini.
Rætta vegin
Fólkatingsumboðið fyri mest hin sjálvstýrissinnaða flokkin í Grønlandi, Inuit Ataqatigiit, heldur, at hendan nýggja lógin sum meginregla er eitt stig tann rætta vegin.
- Hetta er tá ið samanum kemur eitt stig tann rætta vegin. Fyri grønlendska ynski um sjálvstýri er hetta eitt framstig, men ikki nakað avgerandi stig, sigur Kuupik Kleist, sum eisini er limur í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi.
Hann vísir á, at lógin hevur verið til viðgerðar í grønlendska landstinginum, og her var hon viðmælt við stórum meiriluta.
- Skotbráið at viðgera lógina var øgiliga stutt hjá Landstinginum. Har komu eisini nakrar reglur við, sum eg als ikki eri samdur við. Tað snýr seg um, at Grønland ikki er nakað fólkarættarligt subjekt ? men bara staturin Danmark er tað. Men sjálvur parturin um myndugleika haldi eg er í lagi, sigur Kuupik Kleist.
At lógaruppskotið verður langt fram júst nú, heldur Kuupik Kleist eisini vera undrunarvert.
Hann minnir tó á, at vit eisini mugu duga at síggja hetta frá danska sjónarhorninum og teirra tulkan av grundlógini.
Skeiva vegin
Lars Emil Johansen, sum umboðar Siumut á fólkatingi og er limur í Norðuratlantsbólkinum, setir stór spurnartekin við, hvørt lovforslag nr. 126 er ein betran av grønlendskum viðurskiftum.
- Eg loyvi mær at seta stór spurnartekin við, hvørt hetta er eitt stig rætta vegin fyri Grønland. Vit mugu hava langtíðarmálið um grønlendskt sjálvstýri fremst í huganum, og har dugi eg ikki at síggja eitt framstig, sigur Lars Emil Johansen.
Viðgerðin av lógaruppskotum skal, eftir hansara fatan, nýtast til at meta um trý avgerandi viðurskiftum: Ì mun til tað virkandi skipanina, ynski um grønlendskt sjálvstýri og tann løgfrøðiliga partin og serliga grundlógina og altjóða fólkarætt.
Fólkatingsumboði fyri grønlendska Javnaðarflokkin heldur, at talan kann gerast um eitt afturstig fyri grønlendingar.
Hann vil tó ikki lasta dønum fyri niðrandi ella skeivt orðaljóð í lógaruppskotinum.
- Danir hava tíðanverri havt sum siðvenju at vera ógvuliga hástórir og yvirlegnir í tílíkum støðum, men eg haldi, at í seinastuni er støðan nógv betra, og tónin er vorðin positivur, sigur Lars Emil Johansen.
Lítil týdningur
Bæði grønlendsku fólkatingsumboðini eru samd um, at hendan lógin ? verður hon samtykt ? ikki fær tann heilt stóra týdning fyri grønland og sjálvstýrismálið í Grønlandi.
- Eg havi ógvuliga trupult við at ímynda mær, at hetta fer at fáa tað heilt stóru ávirkanina. Hvørki fyri kjakið ella fyri sjálvstýrismálið, sigur Lars Emil Johansen.
Hesum er Kuupik Kleist eisini samdur við partamanni sínum á fólkatingi í.
- Hetta fer ikki at fáa nakra stórvegis ávirkan. Hetta er í alstóran mun ein formalisering av nøkrum viðurskiftum, og eg haldi, at tað formelt er eitt stig tann rætta vegin, sigur Kuupik Kleist.
Sum sagt var tað stórur meiriluti aftan fyri uppskotið, tá málið var til viðgerðar í grønlendska landstinginum.
Ein spurningur um vilja
Grønlendsku fólkatingsumboðini er aftur samdir um, at grundlógin ikki eigur at vera nøkur forðan fyri øktum sjálvstýri ella størri heimildir.
- Tað hevur víst seg at vera ein spurningur um politiskan vilja og ikki um løgfrøði. Vit hava sæð, at tað ber til, og vit eiga tí at leggja dent á politikkin, sigur Kuupik Kleist.
Støðan hjá Lars Emil Johansen er tann, at grønlendingar sum so ikki nýtast at taka atlit til grundlógina.
- Grønland er bara hekta upp á grundlógina, so tað eigur ikki at vera nøkur forðing. Tað er meira ein spurningur um vilja, sigur Lars Emil Johansen.
Tað ber til at lesa alt lógaruppskotið og viðmerkingar á www.folketinget.dk/Samling/20041/lovforslag/L126/som_fremsat.htm