Eitt stig í part. Tað var úrtøkan, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ og HB seinnapartin hittust við Løkin í Runavík.
Árni Frederiksberg legði heimaliðið á odda í 13. minutti, tá ið hann snildisliga lyfti bóltin upp um HB málverjan Símun Rógva Hansen.
Tá ið ein góður tími var farin, javnaði HB. Eftir hornaspark sendi Símun Eliasen við høvdinum bóltin ímóti málinum. Bólturin brast í tvørtræið og niður í graslíki. Linjuverjin, Petur Reinert, markeraði fyri, at bólturin hevði verið innanfyri strikuna, og so var 1-1.
Eftir dystarenda sá Svend F. Jacobsen hjá HB reyða kortið.
NSÍ hevur sjey stig, og HB hevur trettan stig.