Eitt stig í part á Toftum

Beinanvegin í 2. hálvleiki legði Christian Høgni Jacobsen NSÍ á odda, og eftir ein tíma javnaði Stig Roar Søbstad til 1-1. B68 og NSÍ hava í kvøld spælt lokaluppgerð á Svangaskarði, og úrslitið gjørdist 1-1, eftir at 1. hálvleikur var málleysur.

 

---

 

90 min.

0-0

Dómarin hevur lagt fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini.

 

--

 

 

75 min.

1-1

Nú er tað turt á Toftum, men vindurin darvar framvegis.

B68 hevur framt tvær útskiftingar: Camara og Niclas Joensen eru farnir av vøllinum, og í teirra stað eru komnir Eli Simonsen og Dánjal Pauli Højgaard.

Tað gongur rættuliga javnt á.

 

--

 

55 min.

1-1

Vongverjin í vinstru, Niclas Joensen, bjóðaði av í vinstru, har hann samanspældi við Camara. Stig Roar Søbstad umsetti innleggið til mál, so nú er javnt á Svangaskarði.

 

---

 

NSÍ hevur vindin undan í 2. hálvleiki, og eftir ein minutt hevur tað eydnast teimum at skora.

Christian Høgni Jacobsen var málskjútti, eftir at bólturin kom úr fimmmetrinum og út ímóti brotsteigarmarkinum. Uppspælið var í vinstru, og Heðin á Lakjuni átti innleggið.

 

--

 

20 min.

0-0

Vindurin er vaksin, og tað darvar spælið. B68 hevur vindin við sær, og toftamenn hava havt onkrar skotroyndir, men Andras Gango hevur higartil hildið tætt.

 

--

 

5 min.

0-0

Nógva regnið órógvar rættuliga nógv.

 

---

 

Tað kennist úr honum á Toftum, men ættin er góð, og tí eru fótbóltslíkindini á Svangaskarði ikki nakað serliga órógvað av vindi.

 

B68-NSÍ

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Ndende, André Olsen, Kristian Anton Andreasen - Stig Roar Søbstad, Camara

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar T. Hansen - Debes Danielsen, Mamuka, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni -

Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen