Eitt stig í part til útisetar

Randers Freja er á triðja plássi og Vejle er nummar sjey, nú næstbesta danska deildin er farin í vetrarfrí

DANMARK 1. DEILD

Fótbóltsútisetarnir Atli Gregersen í Randers Freja og Christian Høgni Jacobsen í Vejle, hava nú fingið vetrarfrí frá landskappingini. Næsta umfarið verður spælt 16. mars.
Mánakvøldið hevði Vejle vitjan av Randers Freja. Dysturin varð vístur á Viasat rásini. Viljin hjá spælarunum var góður, meðan spælið ikki var so polerað, sum tað ofta er í sjónvarpsdystum.
Christian Høgni Jacobsen var á vongverjanum hjá Vejle, meðan Atli Gregersen ikki var á Randers liðnum. Úrslitið var 2?2. Tað fegnaðust teir á heimaliðnum um, meðan tað ikki var at undrast á, at teir í Randers Freja iðraðu seg. Gestirnir løgdu seg framum longu í 2. minutti. Tá ið teir eitt korter undan leikloki skoraðu til 2?0, tóktist alt vera avgjørt.
Heimaliðið hevði í 2. hálvleiki trýst fyri at javna. Tí kom tað sum vátur vøttur, tá ið Randers Freja økti til 2?0 eftir snarálop. Men Vejle menninir góvu ikki skarvin yvir, og íðinskapurin loysti seg. Fýra minuttir eftir seinna Randers málið minkaðu teir um munin, og átta minuttir undan vetrarsteðginum javnaðu teir til 2?2.
Randers Freja hevði møguleikan at halda vetrarfrí á næstfremsta plássinum. At teir bara fingu eitt stig burturúr í Vejle hevur við sær, at Randers Freja er nummar trý. Herfølge og Frem eru á uppflytingar plássunum.

Lars Olsen til Randers
Í gjár var greitt, at tað verður Lars Olsen, sum á nýggjárinum verður nýggur venjari í Randers Freja. Hann skal loysa Kim Poulsen av. Sáttmálin við nýggja venjaran verður galdandi inntil á sumri í 2004.
Hetta er fyrsta ferðin, at Lars Osen skal hava ábyrgdina av einum divisiónsliði. Hann hevur í mong ár verið í Brøndby. Síðstu tíðina hevur hann verið venjari hjá unglingunum. Tá ið Åge Hareide og Tom Køhlert vóru venjarar, var Lars Olsen hjálparvenjari. Tað plássið misti hann, tá ið Michael Laudrup gjørdist venjari.
Lars Olsen var liðformaður í Brøndby í mong ár. Hann var eisini liðformaður á danska landsliðnum. Saman við Henrik Larsen, venjaranum hjá føroyska landslliðnum, var hann við til at vinna EM kappingina, sum í 1992 varð spæld í Svøríki.