Størsti dramatikkurin í dag var á Sandi, har úrslitið millum B71 og EB/Streym gjørdist 2-2.
Í 2. hálvleiki misti B71 Símun Hansen, tá ið EB/Streymur var frammanfyri 2-0. Málskjúttar vóru Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel. Men hóast teir vóru aftanfyri við tveimum málum, so eydnaðist tað sandoyingum at reisa seg. Wellilngton minkaði um munin, og Høgni Midjord javnaði til 2-2, eftir at Egil á Bø hjá EB/Streymi var rikin av vølli.